P/f Vága Floghavn

P/f Vága Floghavn er eitt alment partafelag, sum stendur fyri rakstrinum av Vága Floghavn. Tey umleið 30 starvsfólkini virka fyri, at tað skal vera gott og trygt at ferðast um flogvøllin, sum er portrið millum Føroyar og útheimin.

Aðrar týðandi uppgávur eru at virka fyri, at hava ein rakstur á sunnum handilsligum grundarlagi, útbygging av flogvøllinum og farstøðini, eins og støðug menning av virkseminum annars.

Fyritreytirnar fyri loftvegis sambandinum ímillum Føroyar og umheimin er eru batnaðar nógv seinastu tíðina. Í desembur 2011, bleiv flogbreyting longd frá 1250 metrum til 1799 metrar. Longda flogbreytin merkir at flogvøllurin nú kann taka ímóti nógv størri flogførum enn fyrr. Nýggj innflúgingartól hava eisini bøtt munandi um reglusemi á flogvøllinum.

27. septembur 2012 undirskrivaðu Vága Floghavn og byggifyritøkan Articon sáttmála um at byggja nýggjan tænastubygning og farstøð. Hetta arbeiði bleiv liðugt 17. juni 2014.

Vága Floghavn arbeiðir tæt saman við almennum mynduleikum, saman við føroyskari ferðavinnu og føroyskum vinnulívið annars til tess at fremja vøkstur umvegis flogvøllin í Vágum.

 

Samband

Vága Floghavn
FO-380 Sørvágur
Faroe Islands

Tel: (+298) 35 44 00
Fax: (+298) 35 44 01
floghavn@floghavn.fo