Trygdareftirlit

Áðrenn atgongd til avbyrgdað økið í floghavnini, skullu ferðafólk gjøgnum trygdareftirlit.

Tann ferðandi skal gjøgnum ein magnet-karm, ið avdúkar metallutir. Herumframt verður hondviðføri gjøgnumlýst.

Vegleiðingar frá trygdarvørðunum skulu altíð fylgjast. Havast skal í huga, at trygdarvørðarnir arbeiða fyri tínum tryggleika.

Trygdarvørðarnir hava skyldu til at burturvísa lutir, sum teir meta kunnu hótta flogtrygdina.

Tað er umráðandi at møta upp í góðari tíð til bæði innskriving og trygdareftirlið. Ferðandi kunnu vænta kø við trygdareftirlitið um so er at ferðandi ikki møta upp í góðari tíð.

Sí annars meira um, hvat er loyvt at hava í hondviðførinumundir Viðføri >>