Rættindir

Ferðafólkarættindir

Rættindir hjá ferðafólkunum valdast um talan er um 'boarding-útihýsan', avlýsing ella stórar seinkingar. Fyriskipanin gevur rættindir yvir flogfelagnun, ikki ferðaskrivstovuni.

Boarding-útihýsan

Ferðafólk kunnu annaðhvørt sjálvboðin frásiga sær rættin til galdandi ferðaseðil ella kunnu móti teirra vilja verða frátikin teirra rætt til ferðaseðil:

Við sjálvboðna frásøgn skal flogfelagið:

  • veita eina fíggjarliga mótveiting, ið byggir á eina avtalu millum ferðafólkið og flogfelagið,

  • harumframt skal flogfelagið eftir nærri ávísum reglum bjóða endurgjald av ferðaseðlinum ella broyta ferðina.

Um ferðafólkið móti sínum vilja verður burturvíst, skal flogfelagið:

  • veita endurgjald (smbrt. niðanfyristandandi) og

  • veita afturgjald fyri ferðaseðilin ella broyta ferðina eftir nærri ásettum reglum og

  • bjóða mat, leskidrykkir, í rímiligt mát svarandi til bíðitíðina, uppihald á gistingarhúsi um gisting á nátt gerst neyðug, flutning til gistingarhús, tvær telefonsamrøður, telex-, telefax- ella t-postboð.

Avlýsing

Verður fráferð avlýst skal flogfelagið:

  • bjóða endurgjald av ferðaseðlaprísinum ella broyta ferðina eftir nærri ásettum reglum,

  • bjóða mat, leskidrykkir v.m. (smbrt. omanfyri standandi) og

  • veita endurgjald (smbrt. niðanfyri standandi) um ikki avlýsingin verður upplýst ferðafólkinum áðrenn nakra í fyriskipanini ásetta tíð og tilskilaðum treytum.

Seinkingar

Rættindini í samband við seinkingar valdast hvussu stór seinkingin er.

Er talan um seinkingar uppá:

  • 2 tímar ella meira fyri flogferðir uppá 1.500 km ella styttri ella

  • 3 tímar ella meira fyri flogferðir uppá 1.500 km innanfyri ES og allar aðrar flogferðir millum 1.500 km

  • 3 500 km ella

  • 4 tímar ella meira fyri allar aðrar flogferðir skal flogfelagið bjóða mat og leskidrykkir og tvær ókeypis telefonsamrøður, telex-, telefax- ella t-postboð, uppihald á gistingarhúsi um hetta verður mett neyðugt og flutning millum floghavn og gistingarhús.

  • Um seinkingin er í minsta lagi 5 tímar, skal flogfelagið har umframt bjóða endurgjald av flogferðaseðlaprísinum eftir nærri ásettum reglum og, um neyðugt, eina returflogferð.

Seinkingar geva ikki rætt til endurgjald líkamikið, hvussu long seinkingin er.