Klaguleiðbeinding

Málsviðgerðin í SLV fer fram skrivliga. Klagurnar verða viðgjørdar so hvørt tær koma. Tá SLV hevur fingið tína klagu, verður avrit av klaguni send flogfelagnum til ummælis. Tá málið er nóg væl lýst, ger SLV eina løgfrøðiliga og loftferðslutøkniliga meting av málinum. Síðani fáa tú og flogfelagið svar.

Áðrenn klaga verður

Hevur tú ta fatan, at atlit til tíni rættindir í samband við eina flogferð smbrt. fyriskipanini ikki eru víst, skal tú í fyrsta umfari skriva til flogfelagið og greiða frá tínum krøvum.

Um tú ikki, innan umleið ein mánaða, hevur frætt aftur frá flogfelagnum, eigur tú at senda flogfelagnum eitt rykkjaraskriv.

Hevur flogfelagið framvegis ikki svarað skrivi tínum ella, um tú ikki er nøgdur við svarið frá flogfelagnum, kanst tú klaga flogfelagið til SLV.

Hvussu skal klagast

Hevur tú tikið støðu til at klaga til SLV, skal tú senda eina skrivliga klagu til:

Statens Luftfartsvæsen
Luftfartshuset
Box 744
Ellebjergvej 50
2450 København SV

Saman við klaguni skal tú senda neyðug, týðandi skjøl málinum viðvíkjandi, m.a. avrit av samskiftinum millum teg og flogfelagið og ferðaskjøl, sum t.d. bíleggingarváttan frá flogfelagnum, ferðaseðlar v.m.