Endurgjald

Ferðafólk hava rætt til endurgjald, tá tey móti teirra vilja verða 'boarding-útihýst' og fyri avlýsingar, men ikki fyri seinkingar. Endurgjaldsupphæddin veldst hvussu langt strekki, flogferðin er ætlað at vara.

Endurgjaldsupphædd:

  • 250 € fyri allar flogferðir í longsta lagi 1.500 km.

  • 400 € fyri allar flogferðir í ES omanfyri 1.500 km og fyri allar aðrar flogferðir millum 1.500 og 3.500 km.

  • 600 € fyri allar flogferðir, ið ikki koma undir hesar.

Fyri avlýsing detta rættindini til endurgjald burtur, um flogfelagið kann prógva óvanligar umstøður, ið ikki kundu verið slopnar undan, hóast øll atlit, ið rímiliga kundu takast, í veruleikanum vórðu tikin. Slíkar umstøður kunnu berast á við umleypandi politisk viðurskiftir, veðurlíkindi, ið eru ósambærilig við at fremja ætlaðu flogferð, trygdarváða, óvantaðar trygdartrupulleikar ella verkføll, ið raka flogfelagið.