Ferðafólkarættindir

Klagur um burturvísing, avlýsingar og stórar seinkingar í flogferðum

EU-fyriskipanin 261/2004 slær fast, at ferðafólk hava nøkur rættindir í samband við burturvísing, avlýsing, og stórar seinkingar. SLV viðgerð klagur, har ferðafólk eru av tí fatan, at hesi rættindir ikki verða vird.

Hvørjar flúgvingar eru umfataðar?

Fyri at ein flogferð skal vera umfatað av fyriskipanini, skal annaðhvørt verða talan um:

  • eina flogferð úr einum ES-landi ella

  • eina flogferð úr einum landi uttanfyri ES, hvørs ferðamál er í einum ES-landi og hvørs flutningsflogfelag er eitt ES-flogfelag.

Ein flogferð úr Danmark við einum og hvørjum flogfelag vil t.d. vera umfatað av fyriskipanini. Somuleiðis vil ein flogferð úr Turkalandi til Keypmannahavnar við einum donskum flogfelag vera umfatað. Harafturímóti vil ein flogferð úr Turkalandi til Keypmannahavnar við einum turkiskum flogfelag ikki vera umfatað av fyriskipanini.

Er ein av omanfyri standandi treytum til staðar, er fyrskipanin galdandi, líkamikið um talan er um rutuflúgving ella charterflúgving, og sostatt eisini um flogferðin er partur av eini pakkaferð.

Í hvørjum førum hevur tú rættindir?

Er talan um eina flogferð, ið er umfatað av fyriskipanini, hevur tú rættindir í hesum førum:

Boarding- útihýsan: Tvs. burturvísing av ferðafólkum frá eini flogferð, har ferðafólkini hava eina váttaða umbiðing av ferðaseðlunum og eru til staðar við innskrivingina, sum fyrisett.

Avlýsing: Tvs. ein ætlað flogferð, ið ikki verður gjøgnumførd.

Stórar seinkingar: Tvs. seinkingar, ið eru 2 tímar ella longri.

Tey rættindir, ið tú í hvørjum einstakum føri hevur, eru nærri ásett í fyriskipanini og eru í stuttum greidd frá í bólkinum Rættindir.

Fyriskipanin er ikki galdandi

Viðførisseinkingar, skaði á viðføri og/ella persónsskaði.

Endurgjaldsrættarlig viðurskiftir, ið standast av sáttmála millum ferðafólkið og flogfelagið, íroknað fylgiskaðar (t.d. lønarmissur).

Viðurskiftir í samband við uppihald á gistingarhúsum og aðrar ferðamanna veitingar (turistmæssige forhold).

  Trýst her fyri at síggja EU-fyriskipan_261-2004 (128 KB)

  Trýst her fyri at síggja faldara um rættindir hjá ferðafólkum (279 KB)