Innskriving
Ver í góðari tíð
Tá ein skal ferðast loftvegis, kann tað væl loysa seg at møta til innskrivingar í floghavnini í góðari tíð. Syrg altíð fyri at halda tær tíðarfreistir, ið ferðaseðilin fyriskrivar.
Hevur ein rætt til endurgjald, um innskrivingin í floghavnini tekur so langa tíð, at ein kemur ov seint til flogfarið? Nei, sigur Rejseankenævnet í einum ávísum máli, har ein familja gjørdist ov sein til flogfarið úr París orsakað av langari bíðirøð við innskrivingarskivuna í floghavnini.Tey máttu tí sjálvi gjaldi fyri mat og gistingarhús. Tað er sostatt upp til hvønn einstakan ferðandi at møta í somikið góðari tíð, at ein far stundir at verða innskrivaður - eisini um bíðirøð er við innskrivingarskivuna.
Trýst her fyri at síggja avgerðina hjá Rejse-ankenævnet(68 KB) 
Trýst her fyri at síggja heimasíðuna hjá Rejseankenævnet.
|