Sløkkiliðs- / arbeiðsfólk til Vága Floghavn
Vága Floghavn er í eini menningartilgongd. Leingingin av flogbreytini er liðug og komandi tvey árini standa farstøðin, tænastubygningar og annað fyri tørni. Útbyggingin letur upp møguleikar fyri at røkka nýggj ferðamál og tilboð til verandi og nýggjar marknaðir.
Við hesum verður søkt eftir fólki til rakstrardeildina hjá Vága Floghavn. Rakstrardeildin tekur sær í høvuðsheitum av tænastum so sum sløkkiliði, sjóbjarging, security, kavarudding, reinhaldi, viðlíkahaldi av akførum, bygningum og uttanumøkjum, eins og nakað av umsitingarligum arbeiði er partur av uppgávuni.
Sløkkiliðs- / arbeiðsfólkið skal, við tilvísing til rakstrarleiðaran, saman við starvsfeløgum sínum luttaka í teimum uppgávum, sum rakstrardeildin tekur sær av, umframt øðrum uppgávum í sambandi við virksemi felagsins.
Tað er umráðandi, at tú í starvi tínum er smidlig/-ur og hevur jaligan hugburð, bæði til starvsfelagar og uppgávur. Neyðugt er, at sløkkiliðs- / arbeiðsfólkið hevur heilsuváttan, sum lýkur krøvini ið sett verða til sløkkiliðsfólk. Góður kunnleiki til føroyskt, danskt og enskt er avgjørt ein greiður fyrimunur, eins og tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til stór akfør. Somuleiðis er vanlig litsjón ein fyrimunur. Telduførleiki á brúkarastøði er ein treyt.
Vága Floghavn strembar eftir, at starvsfólkasamansetingin endurspeglar samansetningina í samfelagnum. Vit taka tí gleðiliga ímóti umsóknum frá báðum kynum.
Umsøkjarar, sum ikki hava allar neyðugar førleikar, verða at fáa hesar til vega skjótast til ber eftir setanina.
Vit bjóða eitt spennandi, áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. Arbeiðið er í skiftandi vaktum. Løn og setanarviðurskifti vera eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Miðað verður eftir at starvið verður sett skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 1. juli 2013. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Finnboga Niclasen á telefon 354400 ella við telduposti á fini@fae.fo
Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. maj 2013 Allar umsóknir við neyðugum fylgiskjølum verða viðgjørd í trúnaði og skulu sendast til: Vága Floghavn - fae@fae.fo
|