16-05-2010
Føroyskt luftrúm letur aftur í morgin

Tá miðsavnanin av gosøsku í føroyskum luftrúmi er hækkað og framvegis hækkandi til eitt hægri stigi (sona 1), verður kl. 20:30 16. mai 2010 boðað frá, at

Føroyskt luftrúm verður stongt í morgin frá klokkan 07:00 føroyska tíð og fyribils til klokkan 19:00 í morgin 17. mai 2010.

Føroyskt luftrúm er "EKVG TIZ", og er luftrúmið við ein radius av 60 fjórðingum úr Borðuni í Nólsoy frá jørð/havyvirflatu upp til 7.500 fót (uml. 2½km).

Næsta dagføring væntast mánamorgun 17. mai 2010.