07-05-2010
Dagføring 20:10 Luftrúmið stongt
Naviair, ið umsitur føroyska luftrúmið boðar kl. 20:10 lokala føroyska tíð frá:

Miðsavnan av gosøsku við Føroyar er framvegis á einum høgum stigi (sona 1). Tí er

Føroyskt luftrúm stongt fyribils til 12:00 UTC, ið er klokkan 13:00 lokala føroyska tíð 8. mai 2010.

Føroyskt luftrúm er "EKVG TIZ", og er luftrúmið við ein radius av 60 fjórðingum úr Borðuni í Nólsoy frá jørð/havyvirflatu upp til 7.500 fót (uml. 2½km).

Næsta dagføring væntast so skjótt sum nýggir upplýsingar eru tøkir.
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn