
26-04-2010
Dagføring 21:30: Avmarking í flúgving í føroyskum luftrúmi
Naviair, ið umsitur føroyska luftrúmið, hevur klokkan 21:30 lokala føroyska tíð í kvøld boðað frá, at:
- Miðsavningin av gosøsku við Føroyar verður mett at vera á einum lágum støði. Hetta merkir, at flúgvast kann í føroyskum luftrúmi treytað av, at flogfeløgini hava góðkenning frá Statens Luftfartsvæsen og fylgja teimum nýggju leiðreglunum. Statens Luftfartsvæsen hevur áður góðkent nýggjar leiðreglur fyri flúgving í gosøsku í minni miðsavning. Tær nýggju leiðreglurnar komu í gildi 22. apríl 2010 kl 07:00. sjá www.slv.dk.
Statens Luftfartsvæsen og Naviair hava sett í verk eina serliga skipan í nátt til tess at fáa tíð til at meta nærri um støðuna. Mett verður um støðuna í nátt - og somuleiðis heilt tíðliga á morgni í morgin. Síðani verður fráboðan um luftrúmið yvir Føroyum send út.