23-04-2010
Lofthavið við Føroyar letur uppaftur
Naviair, ið umsitur lofthavið yvir Vága Floghavn, boðar kl. 11:14 føroyska tíð (23. apríl 2010) frá, at miðsavnanin av gosøsku yvir Føroyum ikki longur er á hægri stigi (sonu 1). Tað inniber, at

Frá klokkan 12:00 UTC eru allar avmarkingar í flogferðsluni í føroyskum lofthavi, orsakað av gosøsku, strikaðar, og ØLL FLOGFERÐSLA er loyvd.

Statens Luftfartsvæsen hevur góðkent nýggjar mannagongdir fyri flúgving í minni miðsavnan av gosøsku. Nýggju mannagongdirnar komu í gildi hósdagin 22. apríl kl. 08:00 (sjá www.slv.dk).

Flúgving í økjum við minni miðsavnan av gosøsku er treytað av, at flogfeløgini hava góðkenning frá SLV og fylgja nýggju mannagongdunum.

Um miðsavnanin av gosøsku i føroyskum lofthavi aftur økist til eina størri miðssavnan (sonu 1), verður lofthavið aftur stongt heilt ella partvíst.

Dagføring av støðuni við gosøsku í lofthavinum verða einans gjørdar, um broytingar verða, ið viðføra partvís ella fullan stongsul av lofthavinum.