
22-04-2010
Dagføring 22:39 Lofthavið við Vága Floghavn stongt
Naviair, ið umsitur føroyska lofthavið, hevur í kvøld, 22. apríl 2010 kl. 22:39 føroyska tíð, boðað frá, at miðsavnanin av gosøsku við Føroyar økist upp um eitt hægri stig (sona 1), við hesari avleiðing:
Føroyskt lofthav er afturlatið frá klokkan 18:00 UTC til klokkan 06:00 UTC (hin 23. apríl 2010).
Føroyskt lofthav er "EKVG TIZ", og er lofthavið í ein radius av 60 fjórðingum úr Nólsoy, knattstøða 61 57 29.32N 006 37 00.12W frá jørð upp til 7.500 fót (nærum 2½ km).
Næsta fráboðan væntast tíðliga fríggjamorgunin (23. apríl).