15-04-2010
Fyrireiking av projektering av farstøðini
Fyrireiking av projektering av farstøðini og forplássinum er byrjað

Fyrsta stigið í projekteringstilgongdini av farstøðini og forplássinum er nú tikið, tá Vága Floghavn í 14.04.10 gjørdi avtalu við teknistovuna CF Møller AS um byggiharraráðgeving.

Teknistovan hevur drúgvar royndir frá líknandi arbeiðum saman við sínum samstarvfeløgum.


Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn