06-03-2010
9,4% fleiri ferðafólk í mars mánaða
Fyrsta ársfjórðing í ár eru 37.466 ferðafólk komin og farin um floghavnina

Í mars mánaða hava tilsamans 14.631 fólk ferðast um floghavnina. Hetta eru 9,4% fleiri enn í sama mánaða í fjør, tá ferðafólkatalið var 13.371. Framgongd hevur verið á Danmarkarleiðunum og Íslandsleiðunum við ávikavíst 7,9% og 28,3%. Somuleiðis hava fleiri ferðast við tyrlunum. Á Noregs- og Bretlandsleiðunum hevur hinvegin verið afturgongd í mars í ár.

Fyrsta ársfjórðing í ár vóru tilsamans 37.466 ferðafólk um floghavnina. Hetta er 1,8% fleiri enn sama ársfjórðing í fjør, tá talið var 36.810. Higartil í ár hevur verið afturgongd á Danmarkarleiðunum, meðan framgongd hevur verið á hinum leiðunum

Í mars mánaða komu og fóru 415 flogfør. Tað er 30,9% fleiri enn í mars í fjør, tá 317 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Fyrsta ársfjórðing komu og fóru 1.037 flogfør. Tað er 17,2% fleiri enn fyrsta ársfjórðing í fjør, tá 885 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðuni hjá Vága Floghavn http://www.floghavn.fo

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn