24-02-2010
Leinging av flogvøllinum

Lisitatión

Arbeiðið at leingja flogvøllin í Vágum varð boðið út fyri jól 2009, og í dag hevur verið lisitatión. Fimm undangóðkendar fyritøkur høvdu fingið møguleikan at bjóða uppá arbeiðið, og úrslitini vóru hesi:

Arbeiðstakari                                1799 m vøllur     1600 m vøllur
AF Gruppen Norge AS                 -    Einki boð            Einki boð
Íslendskir aðalverktakarar hf (IAV)  - 164.580.060     127.939.278
E. Pihl & Søn Føroyar                   - 158.673.723     129.468.200
MT Højgaard Føroyar p/f / P/F
ArtiCon Joint Venture                  - 155.876.266     136.046.761
J&K Petersen Contractors p/f        - 131.759.180     117.330.769

Metingin av hesi arbeiðstøkuni var:

208 mió kr. fyri 1799 m vøll
158 mió kr. fyri 1600 m vøll

Vága Floghavn fer komandi tíðina saman við ráðgevunum at gjøgnumganga og eftirkanna tilboðini so farast kann undir samráðingar um arbeiðstøkusáttmála. Eftir ætlan skal arbeiðið byrja, so skjótt sáttmálin er komin uppá pláss.

Tilboðini geva grundarlag fyri at endurskoða samlaðu kostnaðarmetingina fyri leinging av vøllinum, sum í oktober 2009 var 286 mió kr. fyri 1799 m vøllin og 223 mió kr. fyri 1600 m vøllin.

Fig. 1. Tilboðini verða latin upp

Fig. 2. Tey bjóðandi fylgja tilboðsgongdini

Fig. 3. Dávur R. Hansen, forstjóri í Vága Floghavn, tykist sera fegin


 

Fig. 4. Innflúgving til breyt 31


 

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn