03-08-2009
4,2% færri ferðafólk í juli í ár
Færri rutu- og charterfráferðir higartil í ár

Í juli í ár eru 30.036 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 4,2% færri enn í juli í fjør, tá talið var 31.359. Afturgongdin er serliga á Danmarkarleiðunum, har 6,3% færri ferðaðust. Á Noregs- og Íslandsleiðunum hevur hinvegin verið framgongd.

Higartil í ár hava tilsamans 121.578 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 9,4% færri enn sama tíðarskeiðið í fjør, tá talið var 134.172. Higartil í ár hevur afturgongd verið á Danmarkarleiðunum við 8,2%, Noregsleiðunum við 13,3% og á leiðunum til Stórabretlands við 41,7%. Einastu leiðir, ið higartil vísa vøkstur, eru Íslandsleiðirnar við 8,4% fleiri ferðafólkum enn sama tíðarskeið í fjør.

Í juli hava verið 594 fráferðir og komur. Hetta er 0,2% færri enn í juli í fjør tá 595 fráferðir og komur vóru.

Higartil í ár eru 2.791 flogfør komin og farin. Hetta er 18,0% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá hetta talið var 3.404.
Her hava m.a. rutufarleiðirnar innanríkis havt eina afturgongd uppá 8,3% og uttanríkis uppá 21,1%. Charterferðirnar hava víst eina afturgongd innanríkis uppá 36,4%, meðan charterferðirnar uttanríkis hava havt eina afturgongd uppá 25,9%. Túratalið er tó ikki stórt, hvat hesum flogferðum viðvíkjur, 65 í 2008 og 47 í 2009. Tað sæst eisini aftur í túratalinum, at ongin frálandaflúgving hevur verið í ár.

Samlaða farmamongdin hevur higartil í ár verið 485,1 tons ella 1,7% meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn