
02-03-2009
Stór afturgongd í ferðafólkatalinum
19,1% færri ferðafólk í februar
Í februar í ár eru 10.770 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 19,1% færri enn í februar í fjør, tá talið var 13.319. Í høvuðsheitum er talan um 3 orsøkir: Í fjør vóru 29 dagar í februar í mun til 28 dagar í ár. Hetta svarar til 2,5%. Eingin frálandavinna hevur verið í februar í ár. Herumframt hevur ferðavirksemi verið munandi minni henda mánaðin í mun til sama mánaðan í fjør.
Í februar í ár hava verið 266 komur og fráferðir. Hetta er 36,7% færri enn í februar í fjør, tá tað vóru 420 komur og fráferðir.
Higartil í ár eru 23.439 ferðafólk komin og farin um floghavnina. Hetta er 12,5% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ferðafólkatalið var 26.777. Orsøkirnir eru her tær somu, sum fyri februar mánaða.
Fyrstu 2 mánaðarnar í ár eru 568 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 36,5% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 895 flogfør komu og fóru.
Samlaða farmamongdin fyrstu 2 mánaðarnar í ár var 14,8% minni enn sama tíðarskeið í fjør. Tilsamans 102,6 tons í ár í mun til 120,5 tons í í fjør.