14-10-2008
Atlantic Airways vunnið útboð um tollfría sølu á flogvøllinum
Atlantic Airways vunnið útboð um tollfría sølu á flogvøllinum

Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur viðgjørt innkomnu boðini uppá rakstur av tollfríari sølu í Vága Floghavn, og hevur gjørt av at taka av tilboðnum frá P/F Atlantic Airways.

Nevndin í P/F Vága Floghavn bjóðaði tann 10. septembur 2008 rættin til at reka tollfría sølu í Vága Floghavn út í almennum útboði.

Tá ið freistin at lata inn tilboð var úti tann 1. oktobur 2008 hevði P/F Vága Floghavn móttikið seks boð frá fýra tilboðsgevarum; fýra vanlig boð sambært útboðstreytunum og tvey alternativ boð.

Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur nú viðgjørt innkomnu boðini, og hevur gjørt av, at lata P/F Atlantic Airways rættin til at reka tollfríu søluna í Vága Floghavn. Sáttmálin verður galdandi fyri tvey ár, og við rætti fyri partarnar at leingja hendan í upp til eitt ár afturat.

Eftir hetta verður mett, at hølisviðurskiftini í Vága Floghavn verða munandi broytt í sambandi við ætlaðu útbyggingina av flogvøllinum, soleiðis at møguleikar verða fyri enn betur umstøðum fyri tollfríari sølu í Vága Floghavn. Nevndin í P/F Vága Floghavn vil tí til ta tíð taka støðu til, hvussu tollfría sølan í Vága Floghavn skal skipast, herundir um talan skal vera um fleiri tollfríar sølubúðir.

'Bæði út frá eini reint fíggjarligari og út frá eini samlaðari meting hevur nevndin í P/F Vága Floghavn mett, at tilboðið frá P/F Atlantic Airways er tað, sum gevur P/F Vága Floghavn bestu og tryggastu úrtøku, samstundis sum tilboð teirra gevur teimum ferðandi um flogvøllin bestu møguleikarnar fyri eini nútímans tænastu á høgum støði við fjølbroyttum úrvali av tollfríum vørum'
, sigur Jóhannus Egholm Hansen, næstformaður í P/F Vága Floghavn, sum nevndarinnar vegna hevur skipað útboðið.

Viðmerkingar til hetta tíðindaskriv eru at fáa frá Jóhannusi Egholm Hansen, næstformanni í nevndini í P/F Vága Floghavn, á tel. +45 3093 1842.

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn