01-05-2007
6,9% fleiri ferðafólk í apríl
Fyrstu 4 mánaðarnar hava verið 14,1% fleiri ferðafólk

Í apríl í ár eru 16.671 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 6,9% fleiri enn í apríl í fjør, tá talið var 15.598. Í apríl hevur verið afturgongd á øllum farleiðum uttan til Danmarkar, har vøksturin hevur verið 7%. Á Noregsleiðini hevur afturgongdin verið 59,6%, Íslandsleiðini 16,1% og á leiðunum til Stórabretlands 54,2%.

Í apríl hava verið 396 fráferðir og komur. Hetta er 11,8% færri enn í apríl í fjør tá 449 flogfør komu og fóru um floghavnina

Higartil í ár hava 54.315 ferðafólk ferðast um floghavnina. Tað er ein øking svarandi til 14,1% í mun til sama tíðarskeið í fjør. 1.477 flogfør eru komin og farin um floghavnina higartil í ár. Hetta er 6,6% færri enn somu tíð í fjør, tá 1.581 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn