
01-03-2007
Fleiri ferðafólk, men færri fráferðir í februar
6,8% fleiri ferðafólk í februar
Í februar í ár eru 10.324 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 6,8% fleiri enn í februar í fjør, tá talið var 9.664. Hetta er fyrstu ferð, at ferðafólkatalið í februar fer upp um 10 túsund. Samstundis er hetta fyrstu ferð, at ferðafólkatalið er omanfyri 10 túsund hvønn mánaða í árinum. Í februar er tað einans farleiðirnar til Danmarkar, ið hava havt framgongd, meðan leiðirnar til Noregs, Íslands og Stórabretlands allar hava havt munandi afturgongd.
Í februar hava verið 329 fráferðir og komur. Hetta er 6,8% færri enn í februar í fjør tá 353 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Higartil í ár hava 23.062 ferðafólk ferðast um floghavnina. Tað er ein øking svarandi til 10,5% í mun til sama tíðarskeið í fjør. 683 flogfør eru komin og farin um floghavnina higartil í ár. Hetta er 8,3% færri enn somu tíð í fjør, tá 745 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Flogposturin er í februar í ár 19,7% minni enn februar í fjør, meðan annar flogfarmur hevur verið 39,8% meira enn í februar í fjør.
Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðuni hjá Vága Floghavn http://www.floghavn.fo