
08-12-2006
13% fleiri ferðafólk í novembur
Nógv tann størsti vøksturin er framvegis á farleiðunum til Danmarkar
Tilsamans 12.541 ferðafólk fóru og komu um floghavnina í novembur mánaða í ár. Hetta er 13,4% fleiri enn í novembur í fjør, tá ferðafólkatalið var 11.060. Tað eru, eins og higartil, farleiðirnar til Danmarkar, ið eiga vøksturin.
Higartil í ár, tvs. tíðarskeiðið januar til novembur, hava tilsamans 195.627 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 14,8% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 170.467.
Í novembur eru 422 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta er 9,3% fleiri enn í novembur í fjør, tá talið var 386. Higartil í ár eru 6.166 flogfør komin og farin um floghavnina, ella 18,3% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðuni hjá Vága Floghavn http://www.floghavn.fo