02-06-2006
18,3% fleiri ferðafólk í mai
Ferðafólkatalið um Vága Floghavn er munandi størri higartil í ár

Tilsamans 19.975 ferðafólk fóru og komu um floghavnina í mai mánaða í ár. Hetta er 18,3% fleiri enn í mai í fjør, tá ferðafólkatalið var 16.881. Framgongdin sæst aftur á øllum farleiðum uttan til Stórabretland. Í reellum tølum er vøksturin størstur á Danmarkarleiðunum.

Higartil í ár, tvs. tíðarskeiðið januar til mai, hava tilsamans 67.568 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 11,6% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 60.532.

Í mai eru 575 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta er 19% fleiri enn í mai í fjør, tá talið var 483. Higartil í ár eru 2.156 flogfør komin og farin um floghavnina, ella 6,3% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðuni hjá Vága Floghavn
http://www.floghavn.fo