04072012
Fjølbroytt virksemi á flogvøllinum í Vágum
Higartil í ár er ferðafólkastreymurin í Vágum vaksin við 4.478 ferðafólkum ella 4,8%.

Vøksturin er knapt 3,9% á Danmarkarleiðini; men hóast tølini eru nógv minni fyri Noregsleiðina, so er vøksturin av ferðafólkum ímillum Føroyar og Noreg góð 40%. Framgongd er annars á øllum farleiðum.

Framgongdin fyri juni 2012 var bara 200 ferðafólk ella 0,6% fleiri enn juni 2011.

Oljuflúgvingin
Flúgving í samband við virksemi hjá Statoil byrjaði síðst í juni og tað er eingin ivi um, at oljuflúgvingin kemur at hava sína ávirkan á virksemið á flogvøllinum í Vágum og tølini av ferðafólkum ímillum Føroyar og Noreg. Men tað ljóðar, at eisini áhugin ímillum norsk ferðafólk at koma til Føroya er nakað størri í 2012, enn hann var í 2011, og hetta eru góð tíðindi fyri føroyska ferðavinnu.

Fleiri smærri flogfør
Eitt annað, sum hevur merkt virksemið á flogvøllinum í Vágum síðani flogbreytin bleiv longd frá 1.250 metrum til 1.799, er vaksandi ferðslan við smærri flogførum – flogfør sum taka ímillum 2 og 10 ferðafólk.

Ímeðan samlaða talið av komum og fráferðum í Vágum er økt við 3,9%; so er talið av smærri flogførum, sum koma úr øðrum londum enn Danmark økt við heilum 25% - ella frá 71 til 95. Nøkur av flogførunum steðga í nakrar tímar; onnur í upp til tveir dagar.
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn