03-06-2012
Nýggju innflúgvingartólini royndarflogin
Í viku 22 vórðu nýggju innflúgvingartólini á flogvøllinum royndarflogin við góðum úrsliti. Royndirnar vístu, at signalini frá tólunum góvu nøktandi úrslit fyri innflúgvingina. Talan er um ein sokallaðan glíðivinkul, sum gevur hæddina, og ein localizara, sum gevur kósina við innflúgving eystanifrá inn yvir vatnið.

Tólini verða tikin í nýtslu, so skjótt loyvið frá Trafikstyrelsen fyriliggur, væntandi einaferð juli mánaða

Fleiri myndir kunnu síggjast her á síðuni undir – Útbygging flogbreyt ella Útbygging farstøð / Myndasavn 2012, 2011 og 2010.
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn