18-08-2011
Tíðindaskriv frá Vága Floghavn og J&K Petersen
Umboð fyri nevndirnar í J&K Petersen og Vága Floghavn hava á fundi í dag viðgjørt íkomnu støðuna við økinum, har gamalt spreingievni er funnið.

Semja er um at J&K Petersen ger uppskot til hvussu arbeiðið við at rudda avbyrgda økið kann fremjast. Fyribils verður mett, at hetta arbeiðið kann vera liðugt til 1. juni 2012.

Restin av arbeiðinum verður eftir ætlan liðugt til avtalaða sáttmáladagin 30. nov 2011 og vøllurin verður væntandi klárur at taka í brúk 3. dec 2011.

Vága Floghavn
Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna

J & K Petersen
Christian Andreasen, nevndarformaður

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til til reingerð og security á flogvøllinum

Tíðarskeið frá 1. juli til 31. august 2013
 
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 15, men um neyðugt verður eisini arbeitt uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. maj 2013

Umsókn skal sendast til fae@fae.fo  

Vinarliga Vága Floghavn